Blogginnlegg marts 2020
Aftur til náttúruna
Á vegginum í stovuni, í okkara kjallaraíbúð, hongur eitt prent av málninginum “tilbage til naturen” hjá danska uppfinnaranum og teknaranum Storm P.
Málningurin talar fyri seg. Hetta er vagabondurin, ið gongur egnar leiðir. “Út aftur í náttúruna”.
Aftanfyri hann gongur stóri grái flokkurin av arbeiðsmonnum, trúgvir í sínum íkasti til búskaparligan vøkstur. Summir venda høvdinum. Kanska teir ivast í síni kós ella undrast á, at man kann velja eitt lív uttan peningaligan tryggleika.
Í øllum førum sær leiðin hjá vagabondinum litrík út.
Hóast myndin er frá 1945, so er hon líka aktuell enn. Gráa rúgvan kann umboða nógv ymiskt, men kanska peikar hon á tað, sum flestu av okkum takast við og sum kanska ikki ger okkum so eydnurík, tá tað kemur til stykkis.
At venda nøsini ein annan veg, krevur dirvi og tað minnur Storm P. meg á dagliga.
Tilbage til naturenBlogginnlegg marts 2020
Takksemismismatch
Summar tíðir leggur man merki til fólk, sum velja størv og avbjóðingar, sum uttaná tykjast ósamsvarlig. Mismatch.
Politikkarir, sum ikki duga at málbera seg🙄 Húðserfrøðingar við ringari húð🧽Kostráðgevar, sum stríðast við vektina⚖️ ...hmm... ja og so tori eg ikki at nevna fleiri, but the list goes on...
Og hann inkluderar so sjálvandi eisini meg!
Tað nýggjasta á listanum er takksemi. Herfyri avgjørdi eg, at taka upp eitt takksemispraksis (ja, takksemissiðvenja er nokk meira føroyskt, men... Sorry føroysk-rættstavingarfólk🥴).
Eg teknaði mær eina takksemisbók og legði nakrar oman í Gamla Bókahandil. Og so hugsaðu fólk kanska, at nú var Durita blivin heilt frelst 🙏 og fór skjótt at ganga hurð til hurð. Men nei, forkláringin er sjálvandi hin um mismatchið.
Um takksemi er vatnið, so eri eg kettan!
💦🐈
Ónøgdsemi. Tað er har eg oftast flóti. Tað skal lítið til at fáa meg at klaga um tað minsta og tú skalt lurta leingi, áðrenn tú hoyrir meg siga takk, fyri nakað sum helst😱 Um ting ikki ganga eftir mínum høvdi, so er f**** leysur🤬
Men eg veit alt hetta...
Og. Tí. Henda takksemisbók. Mín avbjóðing er, dagliga, at minna meg sjálva á, alt tað, sum eg havi at verða takksom fyri.
Matur er í køliskápinum, vatn er í krananum og ikki minst, wc-kumman riggar🙏 (ein søga til eina aðru ferð🙄).
Har vóru longu trý ting fyri í dag. So skjótt er tað. Over and out✌️
Takksemisbókin